• Forsíða
  • Sendistøðir
  • Vegleiðingar
    • FT001-HD Televarpskassar
    • TV HD-2 Televarpskassar
    • Mest vanligu trupuleikar
  • Myndarøðir
  • Vit
Tíddir Fráboða ólag
© 2014 R2net
Telefon: (+298) 55 99 97
Teldupostur: r2net@r2net.fo

Sniðgivið og forritað hevur
Faroe Media

Mest vanligu trupulleikar

 

Trupulleikar - mest vanligu:

1. Myndin á IKTUS frystir, hakkar ella kemur ikki fram, hóast hon er leita inn (intet signal):

Mest vanliga orsøkin er, at signalið er ov veikt. Royn at venda antennuni beint móti einum sendara hjá R2net, har IKTUS sendir á; sí yvirlit yvir sendarar í teiginum Vegleiðingar (sendistøðini eru á Nólsoynni, á Varða, á Oyrnafjalli, í Vági, í Søldarfirði, á Klakki, á Varmakeldu, í Norðragøtu og á Gøtueiði).

Um tit hava eina eldri inni-antennu, kann vera at hon er ov veik, best er at hava eina útiantennu, tí tær verða ikki líka lætt órógvaðar at fartelefonum, bilum, tráðleysum interneti, mikroovnum o.s.fr.

Nakrar av antennunum mugu hava streym fyri at virka, og tað kann annaðhvørt vera frá sjónvarpi/móttakara ella egnari streymforsýning. Kanna um streymur er settur til.

NB!! Fleiri av nýggju antennunum hava filtur, sum verja móti órógvi á frekvensinum, tí í dag er sera nógv sum kann órógva sjónvarpssignalið, men um man brúkar "gamlar" káplar at forleingja við, so kann signalið blíva vánaligt av teimum.
Tað er umráðandi, at allir káplar og stik eru av góðum kvaliteti og væl skermaði!

Rita inn © Faroe Media 2025